Ljóðbøkur

Ljóðbøkur

Ljóðbøkur eru ein góður háttur at gera bøkur tínar atkomiligar hjá teimum, ið eru lesiveik ella dámar væl at lurta eftir góðum skaldskapi.

Ljóðbøkur nýtast tó ikki at bert at vera skaldskapur. Allur tekstur kann lesast inn.

Appir og forrit finnast, ið kunnu lesa upp tekst av heimasíðum o.a. og eru sera hent. Av og á eru forrit tó avmarkað og tá er gott at nýta fólk at lesa upp.

Ljóðbókainnlesing verður takstað fyri hvønn byrjaðan tíma – kortini innanfyri rímiligt mark.

Kostnaðurin er Kr. 900 / tíman íroknað klipping og tillaging.