Almannaverkið bjóðar eina framúrskarandi góða deyva- og skrivitulkatænastu. Øll kunnu søkja, men tað eru, natúrliga, kanska mest feløg og felagskapir innan tey við ymsum hoyribreki, sum brúka tænastuna. Heimasíðan hjá Tulking er her.
Eftir at vit hava virkað sum fríyrkis-skrivitulkar, hjá Almannaverkinum, í eina tíð, hava vit gjørt av, at vit fara at bjóða tænastuna fram til verandi og komandi kundar.
Á síðuni Tænastur ber til at trýsta á prísyvirlitið og við at trýsta á “Bið um skrivitulk”, ber til at bóka ein skrivitulk til næstu ráðstevnuna ella tiltakið.
Tey, ið hava hoyribrek, líða mangan undir, at tað ikki verður hugsað um tey, í nóg stóran mun, tá ið almenn ella stór tiltøk eru. Hesum vilja vit fegin hjálpa tær við, so at tínir brúkarar/kundar fáa eina betri uppliving.






